Týr
Ólavur Riddararós
Hvørt skal tú riða, Ólavur mín
Á lofti hongur brynja tín

Tú fer ikki at veiða tað hind
Men tú fer til tína leikalind

Hvít er skjúrtan, val er hon tvigin
Í blóði verur hon av tær drigin

Ólavur snúðist síni móður frá
Gud gevi ikki ganga sum mær er spáa

-Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv
Dansið lystilig

Ólavur ríður eftir bjørgunum fram
-Kol og smiður við
Fann hann upp á eitt álvarann

-Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv
Dansið lystilig

Út kom eitt tað álvafljóð
-Kol og smiður við
Flættað hár á herðar dró
Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv
Dansið lystilig

Ver vælkomin Ólavur Riddararós
-Kol og smiður við
Tú gakk í dans og kvøð fyri oss

Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv
Dansið lystilig

Tú tarvt ikki flætta títt hár fyri meg
-Kol og smiður við
Eg eri ikki komin at biðja teg

Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv
Dansið lystilig

Eg kann ikki meira hjá álvum vera
-Kol og smiður við
Í morgin lati eg mítt brúdleyp gera

Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv
Dansið lystilig

Hvat heldur vilt tú sjey vetur liggja á strá
-Kol og smiður við
Ella vil tú í morgin til moldar gá
Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv
Dansið lystilig

Hon skonti honum í drykkjuhorn
-Kol og smiður við
Har fór í tað eiturkorn

Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv
Dansið lystilig

Ólavur studdist við saðilboga
-Kol og smiður við
Hann kysti tá moy av lítlum huga

Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv
Dansið lystilig